by Kringvarp Føroya
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Language
🇫🇴
Publishing Since
10/10/2023
Email Addresses
1 available
Phone Numbers
0 available
April 3, 2025
Hvussu hevur tú tað? Ein at síggja til óskyldigur spurningur, ofta settur í vanligum práti millum manna. Men spurningurin kann eisini stinga djúpt. Og hann kann setast breitt. Fyri triðju ferð eru føroyingar - í breiðum høpi - spurdir, hvussu vit hava tað. Fyrstu ferð var í 2015, síðani í 2019 og so aftur í 2023, tá 8.000 fólk í Føroyum blivu spurd. Tveir triðingar svaraðu. Hóast 2023 ljóðar langt síðani, so eru svarini ikki almannakunngjørd fyrr enn nú. Svarini geva eina mynd av føroyska samfelagnum, sum hevur flutt og broytt seg nógv síðstu árini. Og svarini vísa eitt samfelag, har stórir samfelagsbólkar nú hava so mikið stórar, fíggjarligar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað. Eitt samfelag, har sosiala kontraktin millum ættarliðini er um at skrædna og vit í staðin grava alsamt djúpri gjáir millum fólk í Føroyum. Luttakarar: Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur og Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur. Lagt sendingina til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur
April 1, 2025
Yvirskipað hava vit sum samfelagið megnað væl at lofta nýggju avbjóðingini - at taka ímóti flóttafólki. Men vit hava framvegis nógv at læra: Ukrainsku flóttafólkini hava ofta trupult við at finna ein kommunulækna. Tey hava ofta torført við at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Tað gongur striltið við at læra føroyskt. Tey hava trupult við at finna ein góðan, varandi bústað. Og óvissan um, hvussu leingi tey sleppa at vera í Føroyum, elvir eisini til ørkymlar. Hetta eru nøkur viðurskifti, sum verða staðfest í nýggjari kanning hjá Útlendingastovuni og Fróðskaparsetrinum. Luttakarar: Durita Kastalag, integratiónsskaskipari á Útlendingastovuni, Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu, og Angelina Johannesen, ukrainskur tulkur í Føroyum. Játtanarkarmarnir fyri 2026 vísa 252 milliónir krónur í halli. Og tað gongur striltið - sera striltið - at fáa yvirskot á fíggjarlógina. Verða ikki munandi átøk gjørd hvørt ár næstu árini, so verður ikki avlop aftur á fíggjarlógini í bræði. Luttakarar: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Magnus Rasmussen, limurí fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Lagt sendingina til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur
March 28, 2025
Hvussu mennir tú nýggjar vørur og tænastur? Spurningurin er aftur í ár lagdur út til allar miðnámsskúla-næmingar at geva sítt boð uppá. Glasir í Havn er í dag karmur um tiltakið "Ungt virki". "Ungt Virki" er eitt samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnummálaráðið, Fróðskaparsetrið, miðnámsskúlarnar, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Vinnuhúsið og vinnuna sum heild. 100 miðnámsskúlanæmingar, sum er skipaði í 29 bólkar, kappast um, hvør eigur besta hugskotið. Næmingarnir koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn. Umframt heiðurin at vinna "Ungt virki", so gevur kappingin eisini atgongd til eina nasjonala finalu í Keypmannahavn í mai, har teir 42 bestu bólkarinir úr ríkinum fara at dystast um besta hugskotið. Breddin í dag loddar dýpið hjá ungu íverksetaraspírunum.
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Frihedsbrevet Føroyar
Weekendavisen
Politiken
DR
B.T.
DR
Jyllands-Posten
DR
Pod Engine is not affiliated with, endorsed by, or officially connected with any of the podcasts displayed on this platform. We operate independently as a podcast discovery and analytics service.
All podcast artwork, thumbnails, and content displayed on this page are the property of their respective owners and are protected by applicable copyright laws. This includes, but is not limited to, podcast cover art, episode artwork, show descriptions, episode titles, transcripts, audio snippets, and any other content originating from the podcast creators or their licensors.
We display this content under fair use principles and/or implied license for the purpose of podcast discovery, information, and commentary. We make no claim of ownership over any podcast content, artwork, or related materials shown on this platform. All trademarks, service marks, and trade names are the property of their respective owners.
While we strive to ensure all content usage is properly authorized, if you are a rights holder and believe your content is being used inappropriately or without proper authorization, please contact us immediately at [email protected] for prompt review and appropriate action, which may include content removal or proper attribution.
By accessing and using this platform, you acknowledge and agree to respect all applicable copyright laws and intellectual property rights of content owners. Any unauthorized reproduction, distribution, or commercial use of the content displayed on this platform is strictly prohibited.