by Kringvarp Føroya
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Language
🇫🇴
Publishing Since
9/6/2023
Email Addresses
1 available
Phone Numbers
0 available
April 15, 2025
Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har. Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er. Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera. Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir krígsfelagar sínar, tí teir eru rættiliga ymiskir. Summir eru reiðiligir, og aðrir eru uppgjørdir ræðuskítar. Í seinna parti av sendingini ummælir Michael Koba filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakariasi Stórá. Nógv ferð er ikki á filminum, men soleiðis má tað vera, heldur hann, tí søgan snýr seg um ein doyggjandi útjaðara og trupla samskiftið millum syrgin menniskju. Michael Koba er bergtikin av myndagóðskuni í filminum og heldur, at talan er um ein týdningarmiklan film, sum eigur at verða sæddur í biografinum. Uni Arge leggur til rættis.
April 9, 2025
Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal. Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin teknaðu eisini, men Bjørn teknaði eitt sindur øðrvísi enn teir. Bo Isholm og Hannis Egholm, sum hava sett framsýningina upp, greiða frá søguni um Bjørn Isholm. Vit hava eisini eina frásøgn frá løtuni, tá greinasavnið um føroyskan uttanríkispolitikk, "Heimsins nalvi", varð lagt fram á Fróðskaparsetrinum. Høvuðsrøðari var Árni Olafsson, serkønur í føroyskum uttanríkisviðurskiftum í mong ár. At enda ummælir Hans Jacob Kollslíð yrkingasavnið "Rák" eftir Henrik Weihe Joensen. Savnið átti at verið ritstjórnað betur, heldur hann, tí nógvir tekstir eru útsagnir, ið heldur kundu verið viðmerkingar ella stutt lesarabrøv. Uni Arge leggur til merkis.
April 1, 2025
Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum. Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðingar føroyskt hevur í talgilda heiminum. Óluvá Klettskarð greiðir frá, hvørjum Føroyamál virkar fyri. Í seinni helvt av sendingini hitta vit Nicolai Balle, verkætlanarstjóra á Talgildu Føroyum, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og fáa teir at útgreina fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum. Teir ivast ikki í, at Føroyar kunnu fáa nógvar fyrimunir av vitlíki, m.a. við at skapa betri almennar tænastur og effektivisera vinnulívið. Níggju almennir stjórar sendu í september 2024 landsstýrinum eina áheitan um at skapa ein vitlíkispolitikk og skipa økið sum serstakt málsøki undir ávísum landsstýrisfólki. Síðan tá er økið lagt undir Fíggjarmálaráðið, og Talgildu Føroyar hava fingið uppávuna at skipa økið vegna landsstýrið. Uni Arge leggur til rættis.
Pod Engine is not affiliated with, endorsed by, or officially connected with any of the podcasts displayed on this platform. We operate independently as a podcast discovery and analytics service.
All podcast artwork, thumbnails, and content displayed on this page are the property of their respective owners and are protected by applicable copyright laws. This includes, but is not limited to, podcast cover art, episode artwork, show descriptions, episode titles, transcripts, audio snippets, and any other content originating from the podcast creators or their licensors.
We display this content under fair use principles and/or implied license for the purpose of podcast discovery, information, and commentary. We make no claim of ownership over any podcast content, artwork, or related materials shown on this platform. All trademarks, service marks, and trade names are the property of their respective owners.
While we strive to ensure all content usage is properly authorized, if you are a rights holder and believe your content is being used inappropriately or without proper authorization, please contact us immediately at [email protected] for prompt review and appropriate action, which may include content removal or proper attribution.
By accessing and using this platform, you acknowledge and agree to respect all applicable copyright laws and intellectual property rights of content owners. Any unauthorized reproduction, distribution, or commercial use of the content displayed on this platform is strictly prohibited.