by Kringvarp Føroya
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Language
🇫🇴
Publishing Since
10/3/2022
Email Addresses
1 available
Phone Numbers
0 available
April 14, 2025
Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur. Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlendingar. Tí verður tað fyribils framvegis ein dreymur, men hann hevur vónir um at tað einaferð fer at eydnast. Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er lærari og leiðari fyri Musikkskúlan í Vági og hevur keypt hús í Fámjin, hevur altíð havt útferðarlongsul og hann hevur verið ótaldar túrar úti í heimi. Honum dámar ógviliga væl londini í Miðeystri og serliga í Iran, har mentanin og tað sera fyrikomandi fólkið hugtekur hann. Hann er eisini hugtikin av Ytru Hebridunum, har hann var eitt heilt summar. Tað eydnaðist honum m.a. at koma út í forvitnisligu oynna North Rona, har einki fólk býr, men har hava fólk búð fyri fleiri hundrað árum síðani. Ytru Hebridurnar minna eitt sindur um Føroyar, hóast týðandi munir eru. Petur Martin sigur, at Fámjin hevur alt sum ein føroysk dreymabygd eigur at hava. Ikki minst friðin. Petur Martin hevur fingið sær hønur, og hann hugsar nógv um hvat hann etur. Lurta eftir sendingini her.
April 7, 2025
Handilin í Skúgvi hevur verið meira enn bara ein handil. Hann hevur eisini verið ein miðdepil í bygdini, har bygdarfólkið hittist fyri at frætta tíðini og hitta onnur fólk. Seinast í hesum mánaðinum Meinhard Hentze handlað í 50 ár í heimbygdini og tá gevst hann og snarar lykilin um. 83 ára gamli Meinhard Hentze hevur, umframt at hava verið handilsmaður, havt fleiri álitispostar í bygdini. M.a. var hann formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Hann er framvegis deknur og hann hevur lisið lestur í mong ár. Meinhard hevur havt postin, eins og pápin, og hann hevur verið maðurin hjá IRF í Skúvoynni. Hoyr her vitjanina í handlinum hjá Meinhardi
March 31, 2025
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - m.a. í gamla býlinginum úti á Reyni, har omman og abbin búðu og har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit søgurnar framvegis. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar við tilfari frá hesum kvøldunum til rættis til Útvarpið. Í hesum 3. og seinasta parti hevði Jørleif systkinabarnið Kem Poulsen við. Kem, sum tíverri eisini er farin, visti eisini nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini og dugdi eisini væl at siga frá teimum.
Pod Engine is not affiliated with, endorsed by, or officially connected with any of the podcasts displayed on this platform. We operate independently as a podcast discovery and analytics service.
All podcast artwork, thumbnails, and content displayed on this page are the property of their respective owners and are protected by applicable copyright laws. This includes, but is not limited to, podcast cover art, episode artwork, show descriptions, episode titles, transcripts, audio snippets, and any other content originating from the podcast creators or their licensors.
We display this content under fair use principles and/or implied license for the purpose of podcast discovery, information, and commentary. We make no claim of ownership over any podcast content, artwork, or related materials shown on this platform. All trademarks, service marks, and trade names are the property of their respective owners.
While we strive to ensure all content usage is properly authorized, if you are a rights holder and believe your content is being used inappropriately or without proper authorization, please contact us immediately at [email protected] for prompt review and appropriate action, which may include content removal or proper attribution.
By accessing and using this platform, you acknowledge and agree to respect all applicable copyright laws and intellectual property rights of content owners. Any unauthorized reproduction, distribution, or commercial use of the content displayed on this platform is strictly prohibited.